top of page

Privatpolitikkur fyri luttakararar
 

Hesin privatpolitikkur lýsir, hvussu Spyr.fo savnar og viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við spurnarkanningar.

​

Hvørjar upplýsingar savna vit, og hvussu verða teir nýttir?

Spyr.fo ger spurnarkanningar vegna Spyr.fo og vegna kundar. Til hetta hava vit tørv á at savna persónsupplýsingar. Vit savna persónsupplýsingar bæði sjálvvirkandi og beinleiðis frá tær.

Niðanfyri greiða vit frá, hvørjar persónsupplýsingar vit savna, og hví vit gera tað.

 

Upplýsingar um luttakara

Hesin partur er ikki viðkomandi fyri Spyr.fo kanningar.

Tá tú meldar teg til svarpanelið hjá Spyr.fo, skalt tú fylla út hesar upplýsingar um teg, sum verða nýttir sum bakgrundsupplýsingar:
- Føðingardagur
- Kyn
- Postnummar

​

Tú skalt eisini upplýsa fartelefonnummar fyri at kunna móttaka sms-boð við leinkjum til spurnarkanningar.

 

Omanfyri nevndu upplýsingar eru kravdir fyri at vit kunnu gera kanningar og fyri at senda tær innbjóðing at luttaka í kanningum.

 

Svar givin í kanningum

Tá ið tú luttekur í eini kanning, kann spurt verða um aðrar persónsupplýsingar. Tað er altíð sjálvboðið at luttaka í kanningum og um tú fært spurningar, sum tú ikki ynskir at svara, kanst tú altíð gevast at svara.

​

Sjálvvirkandi innsavnaðar upplýsingar og marknaðarføring

Hesir upplýsingar kunnu verða innsavnaðar sjálvvirkandi:
- Fyribils leinki millum brúkaraprofil og svarið í kanningini
- Tín IP-adressa

 

Kennifílur og sporing

Les okkara Cookie and Tracking policy

 

Spurnarkanningar møguleikar

Tú fært bara innbjóðing til spurnarkanningar, sum passa til tín profil. Hetta verður gjørt í mun til tínar bakgrundsupplýsingar.

​

Svar frá kanningum

Um tú svarar eini kanning, verða tínar bakgrundsupplýsingar settar saman í breiðari segment, eitt nú geografisk øki ella aldursbólkar, fyri at umganga eyðmerking. Kontaktupplýsingar eru ikki tøkir hjá Spyr.fo ella okkara kundum.

Ein og hvør persónsupplýsing sum tú letur sum svar í eini kanning verður ikki broytt á nakran hátt og verður sjónlig hjá okkum og okkara kundum.

Í meðan innsavnan av svarum fer fram, verður eitt fyribils leinki millum brúkaraprofilin og svarið goymt. Hetta leinki verður einans brúkt til góðskueftirlit og staðfesting av fraud. Einans Opeepl hevur atgongd til hetta leinki.

Fyribils leinkið verður strikað aftaná góðskueftirlitið er liðugt, í seinasta lagi ein mánaða aftaná at kanningin er liðug.

​

Fáa triðjapartar atgongd til upplýsingar frá spurnarkanningum?

Upplýsingar um teg verða einans deildir við triðjapartar í samsvari við henda privatlívspolitikk

Vit kunnu vísa upplýsingar, givnar av tær:
- sum hagfrøðisligar rapportir í samantaldum, anonymiseraðum dátum fyri kundum hjá Spyr.fo
- sum krav sambært lóg, eitt nú í sambandi við stevning ella líknandi lógarmál.
- um vit meta í góðari trúgv, at vísing er neyðug fyri at verja okkara rættindi ella kanna svik.
- fyri okkara tænastuveitarum, ið arbeiða okkara vegna og hava samtykt eina Dátuviðgerðaravtalu. Hetta fevnir eitt nú um KT-hýsing og aðrar skipanir.
- um Spyr.fo ella Opeepl ApS gerast partur av samanlegging, keyp ella sølu av øllum ella pørtum av virkseminum, fært tú boð um eina og hvørja broyting í ognarviðurskiftum ella nýtslu av hesum upplýsingum, eins væl og øllum tínum valmøguleikum.

​

Politikkur um frámelding og varðveitslu av dátum

Vit goyma upplýsingar givnar av tær so leingi tú brúkar okkara tænastu, og í rímiligt tíðarskeið eftir hetta. Vit goyma sjálvvirkandi innsavnaðar upplýsingar í upp til eitt ár.

Persónsupplýsingar sum eru givnir í sambandi við spurnarkanningar kunnu ikki strikast, eftirsum svarini eru anonymiserað og ikki kunnu setast í samband við tín profil og verða brúkt í hagfrøðisligum kanningum

Tú kanst seta teg í samband við okkum á panel@spyr.fo fyri at dagføra tínar upplýsingar ella strika ella óvirkja tín profil.

​

Børn

Vit savna okkum vitandi ikki upplýsingar frá børnum undir 18 ár. Um eitt foreldur ella verji gerast varug við, at teirra barn hevur givið okkum upplýsingar uttan teirra samtykki, eiga tey at seta seg í samband við okkum. Vit strika teirra upplýsingar, um møguligt, úr okkara skráseting innan 30 dagar.

 

Trygd

Um trygdarbrot fer fram, verður hetta fráboðað Dátueftirlitinum innan 72 tímar frá tí hetta verður staðfest.

Um vandi er fyri at trygdarbrotið hevur ávirkan á tíni rættindi og/ella frælsi, fært tú kunning um hetta uttan óneyðugt drál.

​

Broytingar

Broytingar av privatpolitikkinum verða fráðboðaðar tær umvegis viðkomandi tænastur. Í summum førum kann gerast neyðugt at biða um nýtt samtykki.

​

Samband

Um tú hevur spurningar ella ivamál, vinaliga set teg í samband við okkum á {panel@spyr.fo} ella vitja {www.spyr.fo}

​

bottom of page